Nýggj hús í Syðrugøtu til sølu

Húsini á Geilargøtu 6 í Syðrugøtu til sølu, tey eru bygd í 2007 og eru 280 m2 stór.

Húsini eru væl bygd og úr góðum tilfari. Tey eru ljós, hugnalig og liggja sera væl fyri, við framúr góðum útsýni.

Húsini eru í teimum hæddum og báðar eru innrættaðar. Í erva er inngongd, gesta wc, miðgongd, vaskirúm / bryggers, køkur, stova, hjúnarúm, baðirúm, goymsla og kamar. Í kjallaranum er baðirúm, fimm kømur, inngongd, miðgongd, fýrrúm og garaga.

Grundstykkið er 528 m2, og tað er nærum liðugt gjørt runt um húsini, við túnum og gørðum.

Prísuppskot: 2,4 mió. Húsini vera víst fram eftir avtalu.

Ring tlf. 217969 ella 441314  

Trýst á myndirnar fyri at síggja tær størri